F
M
X

Leiðari til FMX, Faroe Music Export

Tónleikaútflutningstovan, FMX, hevur til endamáls at marknaðarføra føroyskan tónleik um allan heimin og at ráðgeva um tónleikaútflutning. Tænasturnar hjá FMX eru bæði til føroyska tónleikaumhvørvið og til útlendskar fyritøkur og tónleikarar, ið ynskja sær føroyskar samstarvsfelagar.

 

Ert tú ein savnandi eldsál við sterkum samskiftisførleikum og góðum fyrisitingarligum evnum og vilt tú vera við at ávirka, førleikamenna og marknaðarføra okkara tónleikaskatt út í heim?

 

Dagliga fert tú millum annað at:
• uppbyggja netverk
• umboða Føroyar á tiltøkum uttanlands
• skapa altjóða uppmerksemi um føroyskan tónleik og tónleikatiltøk
• at miðla samband millum virkandi tónleikarar og feløg
• ráðgeva tónleikarum, feløgum og politiska myndugleikanum
• umframt aðrar uppgávur í samráð við stýrið fyri FMX


Førleikakrøv
Vit ímynda okkum ein týðiligan leiðara, sum er jaligur og útvendur, dugir at skapa og hevur gott altjóða netverk.

Eisini hevur tú royndir og/ella útbúgving innan tónleikavinnuna.

Tað er eitt krav at tú dugir at samskifta væl á skandinaviskum og enskum máli í skrift og talu.


Setanarviðurskifti
Dagligi leiðarin vísir til stýrið fyri FMX. Talan er um fulltíðarstarv, sum er flokkað eftir 35. lønarflokki í sáttmálanum hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at verða tænastumannastarv.

Starvsstaðurin er hjá FMX í Gøtu.


Umsókn skal sendast til
Umsókn skal sendast til starv@fmx.fo og vera okkum í hendi áðrenn mikudagin 10. november 2021. Starvið verður sett sum skjótast ella 1. januar 2022.


————————

Tónleikaútflutningsstovan, Faroe Music Export (FMX), skal fremja føroyskan tónleikaútflutning og menna føroyska tónleikavinnu. Vinnuframi veitir FMX hjálp við bókhaldi og fyrisiting.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg i samband við formannin, Gissur Patursson, tel. +298 213535